Hevur tú hevur ein hond-GPS'ara, og tú hevur hug at kanna neyvleikan, kanst tú fara til hesi fixpunkt og lesa av, hvat GPS'arin vísir. Úrslitið kanst tú so sammeta við teir røttu GPS-koordinatarnar, ið eru at síggja her á síðuni.
Er munurin í Latitide (= breidd) 0°00,001' N, er feilurin 2 metur.
Er munurin í Longitude (= longd) 0°00,001' W, er feilurin 1 metur.
Minst til at seta Datum til WGS84. Verður skeivt Datum brúkt, ber tað í sær stórar feilir (les her).
Ein annar vanligur feilur er eindirnar, ið verða brúktar. 62° 00'50,0''N er ikki tað sama sum 62° 00,500'N. Munurin er 619 metrar.
Fixpunkt nr. | Latitude (breidd) | Longitude (longd) | Hædd |
55232 | 62°00,449'N | 6°46,129W | 3,23 m |
Landmálarastavurin stendur í fixpunkti nr. 55232, sum er beint við sólurið.
Fixpunkt | Latitude (breidd) | Longitude (longd) | Hædd |
84097 | 62°13,448'N | 6°34,438W | 10,17 m |
GPS tólið stendur í fixpunkti nr. 84097, sum er við Tekniska skúlan í Klaksvík.
Fixpunkt | Latitude (breidd) | Longitude (longd) | Hædd |
29014 | 62°02,745'N | 7°10,595W | 3,83 m |
GPS tólið stendur í fixpunkti nr. 29014, sum er á molanum í Miðvági
Fixpunkt | Latitude (breidd) | Longitude (longd) | Hædd |
17065 | 61°32,973'N | 6°48,998W | 1,74 m |
Fixpunkti nr. 17065, við pullert á brimgarðinum á Drelnesi
Far á hesa síðuna www.geocaching.com um tú hevur hug at leita eftir skattum - eisini í Føroyum.